nú: audio
3 audio feeds in the directory cover this.
▶ PlaySubscribe:.rss.atom.json.md.m3u.pls

Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.

Morgunlesturin
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku. Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
Machine-readable: this list of feeds, as JSON · their recent posts, as JSON Feed · all topics
