
Jambalaja - 290526
Í sendingini hesaferð, sum er tann seinasta í hesi vetrarhálvuni, hoyra vit um nøkur av teimum, sum skulu spæla á Countryfestivalinu í Sørvági. Eisini frætta vit nýtt frá Brad Paisley og Willie Nelson.
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.
Subscribe:.rss.atom.json.md.m3u.pls
Live Last read · last published · next check
Saves to your Listen queue, to pick up on another day or another device.

Í sendingini hesaferð, sum er tann seinasta í hesi vetrarhálvuni, hoyra vit um nøkur av teimum, sum skulu spæla á Countryfestivalinu í Sørvági. Eisini frætta vit nýtt frá Brad Paisley og Willie Nelson.

ACM heiðurslønirnar vórðu handaðar sunnudagin 17. mai. Vit hoyra um tey, ið vórðu heiðrað. Eisini minnast vit ein góðan sangara, sum doyði farna vikuskiftið.

Søguligir sangir við Hank Williams, Ronnie Milsap og Elvis Presley eru á skránni í Jambalaja í dag. Annars er mest nýútgivin tónleikur. Nakrir lættir sangir í beach country stíli, og so hoyra vit úr nýggju heildarútgávuni hjá Kacey Musgraves.

Í dag minnast vit ein av størstu originalunum á countrypallinum, sangaran og sangskrivaran David Allan Coe, sum doyði 29. apríl, 86 ára gamal.

Nú altjóða arbeiðaradagurin júst hevur verið, hava vit funnið eitt tyssi av sangum fram, sum í høvuðsheitum snúgva seg um arbeiði. Vit hoyra m.a. Haggard, Cash, Parton, Guthrie, Springsteen og Dubliners.

Í sendingini í dag minnast vit tvey fólk, sum eru farin í annað ljós hesar seinastu vikurnar - ein kvinnuligan írskan sangara og ein framúr amerikanskan sangskrivara. Eisini hoyra vit nýtt frá Cody Johnson, Willie Nelson og Bellamy Brothers.

Í dag spæla vit burtur úr nýggju útgávuni, Dandelion, hjá Ellu Langley. Eisini hoyra vit dømir úr eini spennandi bluegrass útgávu, og so minnast vit íslendsku poppstjørnuna Bjørgvin Halldórsson, sum andaðist 9. apríl.

Sendingin er eitt bland av nýggjum og eldri tónum. Vit hoyra um nýggju útgávurnar hjá Luke Combs og Charley Crockett. Eisini hoyra vit Don Williams, sála, við einum angi, sum ikki hevur verið at hoyrt fyrr.

Páskaaftan er, og hetta høvið brúka vit til at spæla nakrar góðar sangir við andaligum og páskaligum innihaldi. Nakrir føroyskir sangir vera at hoyra, og so hoyra vit eisini røddirnar á góðu gomlu Johnny Cash og Jim Reeves.

Mest nýggjur tónleikur er á skránni í dag. Frá Alan Doyle og Larry Fleet. Vit minnast eisini írsku sangarinnuna, Dolores Keane, sum doyði í vikuni. Eisini spæla vit fleiri stakløg, sum eru komin hesa vikuna - eitt nú við Willie Nelson.