RSS Amplifier

Video feed

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.

kvf.foSource feed ↗10 videos

Live Last read · last published · next check

Latest videos

Saves to your Listen and Watch queue, to pick up on another day or another device.

Bønhústoftin á Velbastað

Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya.

Play

Livandi alheimurin

Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars. Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð? Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin". Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård,…

Play

Rýmdu norðbúgvarnir undan turki?

Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum? Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er…

Play

VIDEO: Telja fugl við dronu

Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER

Play

Sjógvurin fløðir um allan heim

- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar…

Play

Jetstreymurin klovnar um summarið

Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni. Hitabylgja í Evropa Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar. Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru…

Play

Grøni boðskapurin

Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør…

Play

Grøni boðskapurin

Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur,…

Play

Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers

Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers. Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast…

Play

Stóra vatnið ið hvarv

Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur. "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er…

Play