Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin… The post Fleiri gongubreytir í Miðalsbrekku appeared…
Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Ronald greiðir soleiðis frá: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum… The post Frá…
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum er í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í gjár í Vestmanna. Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður… The post GOG fiskitúr í Vestmannasundi appeared first on Vestmanna kommuna…
Gamli skúli, sum vit kenna hann, fer í søguna Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur… The post Ein seinasti túrur í gamla skúlanum appeared first…
Í dag byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru 14 børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast harvið heldur ikki so… The post Nýggja skúlaárið byrjar – koyrið varliga appeared first on Vestmanna kommuna .
Ein nýggjur avloysari er byrjaður í læknaviðtaluni í Vestmanna. Frá í dag av, 10.august, og fram til og við fríggjadagin 30. oktober, er tað læknin Daniel Sabroe, sum skal arbeiða í Vestmanna. The post Nýggjur avloysari í læknaviðtaluni í Vestmanna appeared first on Vestmanna kommuna .
Hvør hevur uppiborið ársins herðaklapp 2026? Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra einum persóni ella einum felagsskapi, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 5. september, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttahøllini. Nú hevur tú… The post Ársins herðaklapp appeared…
Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru. Vestmannadagarnir byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september. Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða… The post Vestmannadagar 2026 appeared…
Skiljistøðin í bygdini, Skilagátt, hevur stongt um ólavsøkuna, 28. og 29. juli. Opið er sum vant aftur í morgin. The post Skilagátt stongt á ólavsøku appeared first on Vestmanna kommuna .
Um vikuskiftið fylti Hanus Zachariassen hundrað ár. Tað er ilt at trúgva, at Hanus, sum flest kenna sum Hanus málarin, nú hevur livað í eina heila øld. Ikki bara sær hann út til at vera nógv yngri enn sín aldur – hann koyrir framvegis bil, býr einsamallur og klárar seg sjálvur. Hvønn morgun er hann… The post Hanus 100 ár appeared first on Vestmanna kommuna .