# verður (audio feeds) — RSS Amplifier

Recent posts from the 2 feeds in the RSS Amplifier directory that cover verður.

Page: <https://rssamplifier.com/topics/ver%C3%B0ur/audio>  
Feed: <https://rssamplifier.com/topics/ver%C3%B0ur/audio.md>

---

## Breddin: Fiskidagar ella kvotur?

_2026-08-21 · Breddin_

Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. Og hvussu gera vit so tað? Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1828050.high.m4a)

## Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum

_2026-08-20 · Breddin_

Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær. Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina. - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1827843.high.m4a)

## Ja ella nei til ES?

_2026-08-18 · Breddin_

Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap. Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku. Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1827528.high.m4a)

## LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)

_2026-06-05 · Leitisstein_

Kóboykex er ein føroyskur superbólkur í orðsins rætta týdningi, tí Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen eru báðir kendir úr øðrum bólkum. Sigmund úr Joe & The Shitboy og Heiðrikur frá sínum soloútgávum og bólkinum Einangran. "Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá bólkinum, sum bleiv stovnaður í einari barr í Reykjavík.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1816428.high.m4a)

## LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)

_2026-05-29 · Leitisstein_

G! festivalurin er tónleikahátíð føroyinga, og aftur í ár er Høgni Lisberg komin á gátt at spæla eitt sindur av tí veldi av tónleiki, ið verður at hoyra á G! Jón Tyril kemur eisini á gátt í sambandi við, at Clickhaze fer aftur á pallin á G! 23 ár síðani seinastu framførsluna á G!. Og Sakaris peppar um amerikanska høvuðsnavnið Oliver Tree.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1815308.high.m4a)

## LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)

_2026-05-22 · Leitisstein_

Marianna Winter hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár eftirhondini, og nú hon gevur sína fyrstu heildarútgávu út, "The More You Know". Í hesum sambandi er hon gestur hjá LEITISSTEIN, har vit spæla og tosa okkum ígjøgnum alla plátuna.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1814245.high.m4a)

## LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)

_2026-05-15 · Leitisstein_

"Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini tónleikaliga at skilgreina meg sjálvan av nýggjum," sigur Beinir, sum 5. juni gevur nýggju EPina "The end or beginning of us" út. Men í sendingini í dag ber til at frumhoyra sendinga, tá Beinir er gestur.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1812889.high.m4a)

## Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar

_2026-05-12 · Breddin_

Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini? Luttakarar: Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1812281.high.m4a)

## LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)

_2026-05-08 · Leitisstein_

LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811700.high.m4a)

## Breddin: Gjøld á alivinnuna

_2026-05-08 · Breddin_

Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811552.high.m4a)

## [One Cloud, Every AI Layer (Sponsored)](https://crawlproof.com/a/tAKfQjCaIwkC)

_2026-05-08 · **Sponsored**_

Run agents, inference, and infrastructure on one stack — economics improve as you scale.

## Breddin: Ójavni

_2026-05-07 · Breddin_

Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811298.high.m4a)

## Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju

_2026-05-05 · Breddin_

Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810807.high.m4a)

## LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn)

_2026-05-02 · Leitisstein_

Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810381.high.m4a)

## Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai

_2026-04-30 · Breddin_

Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum. Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn? Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810072.high.m4a)

## Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið

_2026-04-28 · Breddin_

Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021. Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1809541.high.m4a)

## LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)

_2026-04-24 · Leitisstein_

Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808900.high.m4a)

## Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?

_2026-04-24 · Breddin_

Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808851.high.m4a)

## Breddin: Virkin deyðshjálp

_2026-04-23 · Breddin_

Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda? Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan. Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808602.high.m4a)

## Breddin: Útbjóðing í kommunum

_2026-04-21 · Breddin_

Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur. Men er tað altíð soleiðis? Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808125.high.m4a)

## LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)

_2026-04-17 · Leitisstein_

Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til "Svakurleiki" á føroyskum.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1807481.high.m4a)

## [Trade Smarter With IBKR (Sponsored)](https://crawlproof.com/a/jtTWbojjVGbK)

_2026-04-17 · **Sponsored**_

Join Interactive Brokers through a referral and start investing with low-cost global access.

## LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)

_2026-04-10 · Leitisstein_

"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1805983.high.m4a)

## LEITISSTEIN 27.03.2026

_2026-03-28 · Leitisstein_

Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1803657.high.m4a)

