# fyri (audio feeds) — RSS Amplifier

Recent posts from the 2 feeds in the RSS Amplifier directory that cover fyri.

Page: <https://rssamplifier.com/topics/fyri/audio>  
Feed: <https://rssamplifier.com/topics/fyri/audio.md>

---

## Breddin: Fiskidagar ella kvotur?

_2026-08-21 · Breddin_

Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. Og hvussu gera vit so tað? Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1828050.high.m4a)

## Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum

_2026-08-20 · Breddin_

Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær. Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina. - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1827843.high.m4a)

## Ja ella nei til ES?

_2026-08-18 · Breddin_

Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap. Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku. Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1827528.high.m4a)

## [Rík í Gudi](https://jonhard.podbean.com/e/rik-i-gudi-1780858160/)

_2026-06-07 · Eitt ljós á gøtu míni_

Við líknilsinum um hin ríka mannin undirstrikar Jesus, hvat ið veruliga hevur týdning fyri okkum, tá ið Guð kemur at heimta okkara sál. Alt heimsins ríkidømi kann tá ikki hjálpa okkum! Nei, tá er tað eitt heilt annað slag av ríkidømi, sum er avgerandi fyri okkum, nevniliga hetta, at vera rík í Gudi! (Evangelium: Luk 12,13-21).

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/1ttt9fbdjq55cu76/episode_audio_618511C1-ABB0-44A2-9718-EDD0B517D350_9iq4vt.mp3)

## [Tit skulu fáa kraft!](https://jonhard.podbean.com/e/tit-skulu-faa-kraft/)

_2026-05-25 · Eitt ljós á gøtu míni_

Ápostlarnir kendu seg óiva máttleysar, tá Jesus fortaldi teimum, at hann skuldi fara heim aftur til faðirin. Hvat kundu teir gera, um Jesus ikki var hjá teimum? Hvussu kundu teir yvir høvur boða gleðiboðskapin uttan Jesus? Sjálvandi kendu teir seg máttleysar! Men áðrenn Jesus fór heim til himmals, troystaði hann sínar vinir og segði: “Tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og…

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/wembfc4krwsdvzae/episode_audio_824E1DC0-E579-4ECF-A5EA-098B0E97B0E8_6ue5xj.mp3)

## Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar

_2026-05-12 · Breddin_

Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini? Luttakarar: Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1812281.high.m4a)

## [At kenna Jesus](https://jonhard.podbean.com/e/at-kenna-jesus/)

_2026-05-10 · Eitt ljós á gøtu míni_

Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna. Men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er sostatt avgerandi fyri okkum at kenna Jesus!

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/840dfjxeyz878doy/episode_audio_C4FA740A-76AA-4F55-8EBD-CD9A39CB8568_ui9bhc.mp3)

## Breddin: Gjøld á alivinnuna

_2026-05-08 · Breddin_

Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811552.high.m4a)

## Breddin: Ójavni

_2026-05-07 · Breddin_

Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811298.high.m4a)

## Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju

_2026-05-05 · Breddin_

Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810807.high.m4a)

## [Anthony Ettinger on LinkedIn (Sponsored)](https://crawlproof.com/a/Rs5Ai3nq2dr6)

_2026-05-05 · **Sponsored**_

Public LinkedIn profile at linkedin.com/in/anthonyettinger.

## Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai

_2026-04-30 · Breddin_

Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum. Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn? Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810072.high.m4a)

## Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið

_2026-04-28 · Breddin_

Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021. Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1809541.high.m4a)

## Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?

_2026-04-24 · Breddin_

Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808851.high.m4a)

## Breddin: Virkin deyðshjálp

_2026-04-23 · Breddin_

Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda? Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan. Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808602.high.m4a)

## Breddin: Útbjóðing í kommunum

_2026-04-21 · Breddin_

Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur. Men er tað altíð soleiðis? Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum…

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808125.high.m4a)

## [Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!](https://jonhard.podbean.com/e/ris-upp-yvir-gr%c3%b8v-gu%c3%b0s-paskasol-1775417779/)

_2026-04-05 · Eitt ljós á gøtu míni_

Okkara kristna vón er ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt uppreisnarundur er hent! Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er als ikki endin! (Prædika til páskadag. Epistul: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8. Sálmur: Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!).

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/m6r5z4p78tb8ax8c/episode_audio_C2C7D58F-40E2-46DA-911D-5EC7960C29EE_mez9v9.mp3)

## [Jesu tænasta](https://jonhard.podbean.com/e/jesu-t%c3%a6nasta/)

_2026-04-02 · Eitt ljós á gøtu míni_

“Harri, tváar tú føtur mínar? … Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” (Jóh 13,6 og 8). Skal Jesus virkuliga tæna mær? Er tað ikki eg, sum skal tæna honum? Ja, soleiðis hugsa vit kanska. Og tað er satt, at vit sum kristin eru Jesu tænarar. Men Jesu tænasta fyri okkum er kortini óendaliga nógv størri, enn okkara tænasta fyri honum!

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/z6gfktnzsnf7r249/episode_audio_FD401365-0347-4E2E-A410-642B46AA2F48_wtss43.mp3)

## [Harri, tað er gott, at vit eru her!](https://jonhard.podbean.com/e/harri-ta%c3%b0-er-gott-at-vit-eru-her/)

_2026-03-19 · Eitt ljós á gøtu míni_

Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju. Prædika Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær…

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/4s924gxdvawju20o/episode_audio_378F8A91-10C0-483D-91E9-FA467C636526_8ktapi.mp3)

## [Vit avnokta djevulin](https://jonhard.podbean.com/e/vit-avnokta-djevulin-1772990394/)

_2026-03-08 · Eitt ljós á gøtu míni_

Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/s5duzhcfj60903zg/episode_audio_5C3CA98C-335C-4284-8D44-4186A974DE12_ycn4e8.mp3)

## [Fylg mær!](https://jonhard.podbean.com/e/fylg-m%c3%a6r-1771779758/)

_2026-02-22 · Eitt ljós á gøtu míni_

Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann. (Konfirmantagudstænasta í…

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/ljetehiv1ecndtus/episode_audio_C455261B-6872-4178-92E3-2F32FA405976_vmevn9.mp3)

## [Transcript-Driven Stock Discovery (Sponsored)](https://crawlproof.com/a/6ib1sVvFVxOV)

_2026-02-22 · **Sponsored**_

Ranked, evidence-backed watchlists from indexed executive transcripts for 1–2 quarter horizons

## [Mátturin í Guds orði](https://jonhard.podbean.com/e/matturin-i-guds-or%c3%b0i/)

_2026-02-08 · Eitt ljós á gøtu míni_

1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/swblivjn1gf4o5b0/episode_audio_77245622-3136-45EE-AFBA-354FC466A028_cnxc6h.mp3)

## [Far inn til gleði harra tíns!](https://jonhard.podbean.com/e/far-inn-til-gle%c3%b0i-harra-tins/)

_2026-02-01 · Eitt ljós á gøtu míni_

Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini. 3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima). Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri…

[Listen](https://mcdn.podbean.com/mf/web/hq0g8sqglmzkjxjy/episode_audio_959E3319-F0C7-4836-AB5B-03DE8F84E6CD_mh636a.mp3)

