# Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Page: <https://rssamplifier.com/leitisstein>  
Feed: <https://rssamplifier.com/leitisstein.md>

---

## LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)

_2026-06-05_

Kóboykex er ein føroyskur superbólkur í orðsins rætta týdningi, tí Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen eru báðir kendir úr øðrum bólkum. Sigmund úr Joe & The Shitboy og Heiðrikur frá sínum soloútgávum og bólkinum Einangran. "Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá bólkinum, sum bleiv stovnaður í einari barr í Reykjavík.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1816428.high.m4a)

## LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)

_2026-05-29_

G! festivalurin er tónleikahátíð føroyinga, og aftur í ár er Høgni Lisberg komin á gátt at spæla eitt sindur av tí veldi av tónleiki, ið verður at hoyra á G! Jón Tyril kemur eisini á gátt í sambandi við, at Clickhaze fer aftur á pallin á G! 23 ár síðani seinastu framførsluna á G!. Og Sakaris peppar um amerikanska høvuðsnavnið Oliver Tree.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1815308.high.m4a)

## LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)

_2026-05-22_

Marianna Winter hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár eftirhondini, og nú hon gevur sína fyrstu heildarútgávu út, "The More You Know". Í hesum sambandi er hon gestur hjá LEITISSTEIN, har vit spæla og tosa okkum ígjøgnum alla plátuna.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1814245.high.m4a)

## LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)

_2026-05-15_

"Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini tónleikaliga at skilgreina meg sjálvan av nýggjum," sigur Beinir, sum 5. juni gevur nýggju EPina "The end or beginning of us" út. Men í sendingini í dag ber til at frumhoyra sendinga, tá Beinir er gestur.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1812889.high.m4a)

## LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)

_2026-05-08_

LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1811700.high.m4a)

## LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn)

_2026-05-02_

Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1810381.high.m4a)

## LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)

_2026-04-24_

Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1808900.high.m4a)

## LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)

_2026-04-17_

Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til "Svakurleiki" á føroyskum.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1807481.high.m4a)

## LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)

_2026-04-10_

"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1805983.high.m4a)

## [Crush Every Threat in Real Time (Sponsored)](https://crawlproof.com/a/YWTN8BlRfVTd)

_2026-04-10 · **Sponsored**_

One agent for real-time detection, exposure tracking, and active defense.

## LEITISSTEIN 27.03.2026

_2026-03-28_

Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.

[Listen](https://vod.kringvarp.fo:8081/podcast/audio/2026/1803657.high.m4a)

