RSS Amplifier

Podcast

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge

kvf.foSource feed ↗10 episodes

Live Last read · last published · next check

Latest episodes

Saves to your Listen queue, to pick up on another day or another device.

Credo: Open doors

Open doors er ein millumtjóða, tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur sum endamál at hjálp kristnum, sum verða forfylgd úti í heimi. Í 1950'unum var hesin felagsskapur stovnaður av faðiri Andreas, sum smuglaði bíbliur inn í kommunistisk lond. Í dag arbeiðir Open doors í 60 londum og hevur skrivstovur í 25 londum. Gestir í útvarpsstovuni eru Jens Kristian Lund Jensen, sum er aðalskrivari í Open…

Play

Credo: Ora et labora.

Er títt arbeiði tín samleiki ? Hvør ert tú, tá tú onki vinnuligt arbeiði hevur ? Hevur arbeiði bert virði, tá tú kanst umrokna tað í peningi? Hevur tað heimliga arbeiði tá nakað virði ? Við munkaskipanum í kleystrum varð dagurin lutaður sundur í "at biðja og arbeiða". Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur frá.

Play

Credo:"Eg vil fegin ganga meg frískan"

Fríðrikur Bláhamar livdi sítt fria, frælsa lív við konu, børnum og egnum virki. Hann hevur altíð verið aktivur gongumaður og runnið fleiri hálv og heilmarathon. Men brádliga varð hann sjukur í lungunum. Hann hevði fingið lungnafibrosu. Í dag er hann skrivaður á lista um møguliga at fáa nýggj lungu. Men Fríðrikur vil berjast ímóti sjúkuni, so hann aftur vinnur sær heilsubót.

Play

Credo: C.S.Lewis 3:3

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". C.S.Lewis hitti amerikonsku Joy og teimum untist fýra ár…

Play

Credo: C.S.Lewis 2:3

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin…

Play

Credo: C.S.Lewis 1:3

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum og undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Símun Absalonsen sigur frá og hetta er fyrsta av trimum…

Play

Credo: Fangaði í frumskóginum

Gracia og Martin Burnham arbeiddu fyri New Tribes mission á Filipsoyggjunum við teirra trimu børnum. Brádliga vóru tey við øðrum tikin gíslar í langa tíð. Hesir dagar gav teimum innlit í, hvørji tey vóru og hvussu broyttar vandamiklar umstøður kunnu skaka. Endin av gíslatøkini var, at Martin varð skotin. Gracia hevur ferðast runt og sagt frá søguni og hevur eisini verið í Føroyum. Meta av Fløtum…

Play

Credo: "Eg vil stríðast, so tað verður betur".

Kaj Leo Holm Johannesen kenna vit frá almenna rúminum, tí hann hevur verið landsstýrismaður, býráðslimur, for maður í HB, málmaður í bestu deild, skipari á Mærsk skipi, løgmaður. Brádliga hevur hann fingið staðfest autoimmuna, neurologiska sjúku, sum eitur CIDP, sum hevur sett hann í koyristól. Men Kaj Leo fellur ikki í fátt, men hevur tikið stig til at sovna felag fyri fólk við skerdum kropsligum…

Play

Credo: "Eg eri bara ein lítil drongur úr Sandavági".

Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen". Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag. Agnar hevur klettafasta…

Play

Credo: Jesper Brochmand

Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum. Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni. Soleiðis kom hugtakið, sum enn er…

Play